Um vikuskiftið hava 55 føroyskir íðkarar luttikið í Stórmót ÍR í Reykjavík. Íðkararnir vóru úr Treysti, Bragdið og Hvirlan. Tað gekst teimum sera væl og íalt vunnu føroyingarnir 32 heiðursmerkir, sum vóru 13 gull, 9 silvur og 10 bronsur.
Fýra føroysk innanduramet blivu eisini sett. Julian Gregersen úr Treysti setti met í 1.500m við 4.05,70 min. og slettaði harvið metið, sum Marnar Djurhuus setti í 2014 og var 4.05,85 min.
Julian Gregersen høgrumegin vinnur her 800m
Oddvør Josephsen úr Treysti slettaði sítt egna met á 400m teininum, sum hon setti í fjør við 60,83 sekund. Nýgga metið er nú 60,50 sekund.
Oddvør Josephsen vann silvur og setti met í 400m
Margit Weihe Frímundsdóttir úr Bragdið betraði á 200m teininum sítt egna met frá 2016, sum var 27,53 sekund til 27,25 sekund.
Margit W. Frímundsdóttir ávegis til met í 200m
Elisabet Holm Simonsen setti met á 60m teininum. Metið, sum Alda S. Lamhauge úr Hvirluni átti og setti í fjør var uppá 8,41, er nú betrað til 8,22 sekund.
Elisabet H. Simonsen til høgru setti met í 60m
Umframt føroysku metini, so blivu ein hópur av bólkametum og persónligum sett.








