Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra ungdómslið hjá Stjørnuni til Dronninglund

Oliver Joensen

Í døgunum 8. til 13. juli skulu fýra ungdómslið hjá Stjørnuni luttaka í stóru altjóða hondbóltskappingin Dronninglund Cup. (Mynd: Anthon Højgaard. Myndin sýnir tey frá Stjørnuni, sum vóru í Dronninglund í fjør.

Í døgunum 8. til 13. juli skulu fýra ungdómslið hjá Stjørnuni luttaka í stóru altjóða hondbóltskappingin Dronninglund Cup.

Stóra altjóða handbóltskappingin Dronninglund Cup var á fyrsta sinni hildin í 1978. Kappingin er vaksin ár undar ári. Lutakarar koma nú úr umleið 25 londum og eru útvið 250 lið við á kappingini.

Stjørnan var við fyri fyrstu ferð í fjørð, tá gentur 14 luttóku.

Norðlýsið hevur tosað við Anton Højgaard, nevndarlim í Stjørnuni, og sum samskipaði túrin í fjørð. Hann sigur, at túrurin seinasta summar var sera væl eydnaður. Leikarnir fingu nógv burtúr, og knýttu vinarbond við leikarar úr øðrum londum. Tá ferðalagið var heimafturkomið, varð avgerð tikin um, at næsta summar skuldu allir teir ungu leikarnir hjá Stjørnuni fáa møguleika at luttaka í Dronninglund Cup.

Saman við foreldrum hevur verið skipað fyri ymiskum tiltøkum fyri at útvega pening til ferðina, og nú er klárt at fara. Fríggjadagin fer ferðalagið sum við leikarum, leiðarum og foreldu telur íalt 70 fólk avstað við Norrønu.

Harleywoodpaint