Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra útlendskir fiskimálaráðharrar vitja Føroyar

Danial Viðoy

Fiskimálaráðharrarnir úr Íslandi, Grønlandi og Álandi umframt fiskimálaráðharrin frá Seyskelloyggjunum koma allir til Føroyar í samband við altjóða ráðstevnuna ”Vøkstur í bláa tilfeinginum í Norðuratlantshavi og Arktis”, sum verður í Norðurlandahúsinum 2. og 3 juni.

Tað skrivar Fiskimálaráðið.

Talan er um ráðstevnu á høgum stigi, sum skipað verður fyri í samstarvi við norðurlendsku Havsmiðjuna, FAO og OECD. Ráðstevnan viðger politisku umstøðurnar at skapa vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum, umframt avbjóðingar í hesum sambandi.

Ráðstevnan viðger somuleiðis, hvørjar møguleikar vinnan hevur at gagn nýta tilfeingið í havinum í framtíðini. Úrslitini av ráðstevnuni verða savnað í eina greining.

Ráðstevnan er partur av skránni hjá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum, ið Føroyar hava formansskapin fyri í 2015.

Til ber at lesa meira um hetta í fílunum niðanfyri: