Tað var hvassur sjógvur og øgilig alda vestanfyri í gjárkvøldið. Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka sigur í morgun, at teir fýra stóru útróðrarbátarnir úr Norðoyggjum, Norðsøki, Líðhamar, Bragd og Brandur fóru vesturum við línu í gjárkvøldi. Komnir í Skopunarfjørð var hampuligt veður. Ongin vindur. Men komnir longur vestur, var ein ógvuslig trongd í sjónum. Longur vestur vit komu verri var og hóast nærum ongin vindur, so var sovorðin trongd í sjónum, orsakað av lágtrýstinum sunnanfyri okkum, at ikki var hugsingur um at fáa línuna niður.
Tað rullaði nakað so ógvusligt. Eftir at hava ligið har eina løtu, gjørdu vit allir av at fara inn á Miðvág. Her hevur heldur ikki verið lagaligt at ligið. Bátarnir hava rykt og skrykt í endarnar, og eg haldi at Líðhamar hevur slitið tveir endar í nátt. Hjá okkum umborð á Norðsøka hevur illa verið sovandi, tí skipið hevur buka aftur og fram ímóti kajini. Ein eldri maður kom á støð her fyri løtu síðani, hann segði seg ikki hava sæð slíkan súð á Miðvági áður.
Vit fóru av Klaksvík um seks tíðina í gjár. Eg veit ikki rættuliga hvat vit gera, men rokni við at vit fara út at royna aftur um fáar tímar, segði Eyðólvur Vang úr Miðvági.




