Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyri málmansavrik sum eingin annar føroyingur hevur megnað

John William Joensen

Tað var ein rørdur Jákup Mikkelsen, sum fríggjakvøldið var heiðraður í Café KÍ.

Í samband við jólahugnan í Café KÍ um vikuskiftið hevði Klaksvíkar Ítróttarfelag boðið landsliðsmálverjanum, Jákup Mikkelsen, at siga frá sínum upplivingum og royndum sum yrkisleikari í altjóða fótbólti.

Kvøldið var hugnaligt og skulu vit heilsað KÍ og siga at teir áttu at hildið fram við slíkum evniskvøldum tí umstøðurnar í Café KÌ eru framúr góðar

Norðlýsið hevur samrøðu við Jákup Mikkelsen um júst tað sum hann tosaði um á fundinum, og tí skulu vit ikki koma inn á tað her.



Tikina á bóli

Tá Jákup Mikkelsen hevði hevði endað sítt innlegg tók John William orðið og segði at teir á Norðlýsinum høvdu eina gávu til Jákup.

– Fyri okkum KÍ viðhaldsfólk og norðoyingar verður tú altíð okkara Jákup tí tað er her tú hevur traðkað tínar barnaskógvar og fingið tína fótbóltsuppaling.

– Tín yrkisleið sum altjóða fótbóltsleikari spennir frá danska meistaraheitinum til fremstu norsku fótbóltskappingina og fremstu Skotsku kappingina Premier Division.

– Tú hevur umboða okkum norðoyingar serstakliga væl og hóast tú ikki longur eru altjóða yrkisleikari so ert tú framvegis besti málverji í Føroyum.

– Stutt eftir at tú gjørdist Danmarksmeistari við Herfølge var ein samrøða við teg í útvarpinum. Tá tú bleivst spurdur um tú altíð hevði verið í fremstu røð sum málverji segði tú at tað vart tú ikki tí øll tey yngru árini kappaðist tú við John William.

– Tá eg hoyrdi teg siga hetta í útvarpinum hugsaði eg við mær sjálvum at hetta segði nógv meira um Jákup Mikkelsen sum persón enn tað segði um meg sum málverja.

– Tú hevur ongantíð gloymt heimstaðin og tín framferð á og uttanfyri fótbóltsvøllin er eitt gott fyridømi fyri okkara uppvaksandi ungdóm.

– Tí fært tú eitt serligt pláss her á vegginum í Café KÍ við soljóðandi áskrift: – Fyri málmansavrik sum eingin annar føroyingur hevur megnað. 



Rørdur málverji

Tað var ein sjónliga rørdur landsliðsmálverji sum tók ímóti heiðrinum frá Norðlýsinum og KÍ.

Umframt myndina sum hongur í Cafeini fekk málverjin eina gávu tilminnis.

– Eg veit ikki havt eg skal siga. Hetta kom púra óvantað og eg kann bara heilsað og siga at hetta hevur ótrúlga stóran týnding fyri meg persónliga, segði Jákup Mikkelsen. 



Kjølbro Heilsøla sendi eina heilsan

Tað verður ofta sagt at aftanfyri ein hvønn fótbótlsleikara stendur ein kona og í hesum sambandi sendu tey á Kjølbro Heilsølu eina heilsan til konu landsliðsmálverjan, Eilen Mikkelsen.

Tað var ein príðilig kurv við ymiskum leskiligum og einum korti við soljóðandi áskrift: Takk fyri tann stuðul tú hevur veitt okkara fremsta ítróttarmanni, Kjølbro Heilsøla. 



n.n.