Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestrar á bókasavninum í Gøtu

Helgi Abrahamsen

Hóskvøldið 14. apríl klokkan 19:30 fara Jógvan Arge og Óli Jacobsen at hava tveir áhugaverdar fyrilestrar á bókasavninum í Gøtu. Tað skrivar Eysturkommuna á síni heimasíðu.

Heitini á fyrilestrinum hjá Jógvani Arge verður: “Ein søga um Absalon á Dunganum” og Óli Jacobsen fer at halda fyrilestur um evnið: “Símun Pauli úr Konoy og Hans Jacob Havstreym – tveir fiskimannafelagsformmenn úr Gøtu”.

Øll eru vælkomin at lurta eftir fyrilestrunum, stendur á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.