Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestrar um seyðahald á Hotel Føroyum

http://www.bst.fo/

Sum upphiting til kjøtkvøldið, sum verður leygarkvøldið 22. mars 2014, skipar Búnaðarstovan fyri fyrilestrum um seyðahald seinnapartin leygardagin.

Fyrilestrar um seyðahald á Hotel Føroyum leygardagin 22. mars 2014 kl 15-17

Sum upphiting til kjøtkvøldið, sum verður leygarkvøldið 22. mars 2014, skipar Búnaðarstovan fyri fyrilestrum um seyðahald seinnapartin leygardagin. Seyðurin í haganum hjá Búnaðarstovuni verður gjølla skrásettur, og hesar skrásetingar eru grundarlag undir ymiskum seyðaroyndum. Í fyrilestrum verður greitt frá skrásetingunum og ymiskum royndum, sum tey gera á Búnaðarstovuni.

Landsdjóralæknin fer eisini at halda fyrilestur um tey tiltøk, sum landsdjóralæknin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera fyri at basa ridluskriða. Nakað herfyri varð ridluskriði staðfestur á Skælingi, og seinasta heyst kannaðu tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovu seyðin á Skælingi og í grannahøgunum í Leynum, Kollafirði, Kaldbaksbotni og Norðradali.

Skráin:

Kl 1500 Skrásetingar og seyðaroyndir Rólvur Djurhuus

Kl 1530 Kanningar av ridluskriða Birna Mørkøre

Kl 1600 Roynd at royta lomb Jens Ivan í Gerðinum

Kl 1630 Ávirkan av grágás á grasvøkstur Rólvur Djurhuus

Kl 1700 Liðugt


Fyrilestrarnir eru ókeypis, og øll eru vælkomin.

http://www.bst.fo/