Í dag klokkan 15 fer Andrass Joensen, ættaður av Húsum, at halda fyrilestur um teir seks bátarnar, sum Verland Johannesen máldi upp í Norðoyggjum. Bátarnir vóru Múlabáturin, Biskupsstøðbáturin, Drekin, Máttagronin, Teistin og Stangabáturin.
Ein av hesum bátunum, Drekin, er bygdur í 1917 og er sostatt 100 ár í ár. Hann stendur enn í neystinum beint við Nótaneystið í Víkunum.
Í bók síni um bátarnar, sum Verland Johannesen máldi upp í Klaksvík og Norðoyggjum, sigur Andras Mortensen, at bátur og neyst kostaðu 1.500 krónur.
Fyrilseturin hjá Andrassi Joensen verður í Smæruni klokkan 15.




