Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur um Leonard Cohen á Klaksvíkar bókasavni

Tíðindaskriv

Hóskvøldið 2. oktober kl. 19.30 heldur Hanus Kamban fyrilestur um Leonard Cohen á Klaksvíkar bókasavni.

Hóskvøldið 2. oktober kl. 19.30 heldur Hanus Kamban fyrilestur um Leonard Cohen á Klaksvíkar bókasavni.

Í september í ár var sangarin, yrkjarin og tónaskaldið Leonard Cohen 80 ár, og í hesum sambandi helt Hanus Kamban fyrilestur í Norðurlandahúsinum um hansara lív og verk. Nú verður høvi at hoyra fyrilesturin á Klaksvíkar bókasavni.


Leonard Cohen er kanadiskur jødi, og í fyrilestrinum fer Hanus Kamban at greiðir frá hansara uppvøkstri í Montreal og frá hansara jødiska umhvørvi. Víðari verður greitt frá, hvussu rithøvundurin Cohen í 1967-68 gjørdi lopið til at gerast sangari og seinni tað mest lýsandi ikonið á rock- og beat-pallinum. Eisini verða fleiri av hansara kendastu sangum viðgjørdir.