Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrimunir og vansar við nýggju vaktarskipanini

John William Joensen

Sigur Jákup Petersen, yvirlækni, sum váttar at Klaksvíkar Sjúkrahús ikki hevur verið við í viðgerðini av nýggju skipanini.

Jákup Petersen, yvirlækni, hevur í mong ár starvast bæði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum og aðrastaðin í Norðanlondum, og hann sær bæði vansar og fyrimunir við nýggju kommunulæknavaktini.
– Tað sum eg síggið, sum ein fyrimun er at man alíð kann fáa fatur á einum lækna, líkamikið hvar ein er staddur í landinum.
– Men tað er klárt at vansin við skipanini er at tann persónurin, sum fer at svara telefonini á Landssjúkrahúsinum, lítið og einki kennir til lokalviðurskifti og flestu av vaktlæknunum, sum svara telefonini kenna als einki til teir møguleikar, sum eru á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– Tí fer tað óivað at vera so, at sjúklingar mangan óneyðugt vera biðnir um at koyra til Havnar.

Klaksvíkar Sjúkrahús størri leiklut
– Fyri okkum her í norðoyggjum og eysturoynni, er støðan eitt sindur annaleiðis, tí vit hava Klaksvíkar Sjúkrahús, sum er opið 24 tímar um døgnið.
– Tí kunnu vit altíð venda okkum til skaðastovuna og eg trúgvi eisini at eru fólk í iva so fara tey meira og meira at leita sær til Klaksvíkar Sjúkrahús.
– Tað kemst tó ikki uttan um at vit hava havt eina sera góða skipan har lokalir kommunulæknar hava havt vakt og tá okkurt hevur verið á vási eru teir komnir inn í heimið til sjúklingin. Kommunulæknarnir kenna jú sjúklingarnar og familjur teirra, og slíkar skipanir eru nærmast eitt luksus – samanborið við grannalondini. Tað er bert í stórbýum at slíkar skipanir eru enn.
– Vit hava tó als ikki verið spurdir um nýggju vaktarskipanina, men hava luttikið á onkrum kunningarfundum, har greitt hevur verið frá ymiskum ætlanum.

Velur at síggja tað positiva
Jákup Petersen sigur at tað positiva við nýggju skipanini er at umstøðurnar hjá kommunulæknunum verður betri.
– Vit hava havt stórar trupuleikar av at fáa yngri kommulæknar at taka við – júst tí at vaktarskipanin var so tung, og nýggja skipanin skuldi verið við til at givið kommunulæknunum betri arbeiðsumstøður.