Tað var ein ógvusliga stór manfjøld, sum var samankomin við Sandin í Klaksvík í gjárkvøldið, tá eitt av høvuðsnøvnunum Brian McFadden var á palli.
Tað merktist skjótt, at fyrireikararnir høvdu rakt plett tá teir valdu Brian McFadden til eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum ’05.
So skjótt Brian McFadden byrjaði, byrjaði fólkið at syngja við og serstakliga tá hann breiddi seg út við løgum frá Westlife mundi fagnaðurin ongan enda fingið. At Brian McFadden er umhildin fekst tú eina staðfesting av, tá ungdómurin kendi allar hansara tekstir, ja sjálvt nýggjastu tekstirnar kundu tey uttanat.
Vit fregnaðust á politistøðini í morgun, hvussu teir høvdu upplivað náttina og har fingu vit at vita, at alt hevði gingið fyrimyndarliga fyri seg. Ein maður sum sá eitt sindur linur út, varð reistur aftur á føtur og so fór hann til gongu aftur, tað var nærum tað vit høvdu at gera á festivaløkinum. Okkurt smávegis høvdu vit aðrastaðni í býnum at taka okkum av , men tað hevði onki við summarfestivalin at gera.




