Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireikaðir at fara eystur í Skúvadal

Oliver Joensen

Leygardagin í vikuni ið fór, var ætlanin at fara eystur í Skúvadal at taka húsið niður. Men orsakað av veðri bleiv hetta útsett. Í staðin bleiv dagurin brúktur til at smíða formar at stoypa grundina til húsið við.

Hetta arbeiðið bleiv gjørt á LookNorth. Árni Skaale sigur, at afturat formunum hava skótarnir nú fingið til vegað múrfesti, stálnet og annað til stoypingina, so nú er klárt at flúgva hetta eystur, tá tað ber tyrluni til. Nær hetta verður gjørt er óvist í løtuni.

Víðari sigur Árni Skaale, at skúvadalshúsið neyvan verður tikið niður hetta vikuskiftið, orsøkin er at fleiri av teimum, ið standa fyri arbeiðinum vera burturstaddir hesar dagarnar. Men tað kann vera skjótt, sigur Árni Skaale. Vit fara at lagað okkum eftir veðrinum, so tað kann vera at menn fara at fáa boð við stuttum skoðbráði.