Tað var bólkurin aftanfyri Kópakonuna, Olivur Thomsen, Oliver Joensen og Ólavur Thomsen, ið høvdu bjóðað inn til fyrireikandi fund um skipan av ferðavinnuni í Kalsoynni.
Bygdirnar í Kalsoynni vóru væl umboðaðar á fundinum, møtt vóru umboð fyri allar fýra bygdirnar í avhaldshúsinum í Mikladali í gjárkvøldið til fundin.
Olivur Thomsen legði fyri við einum innleggi um “Visit Kalsoy” og hann vísti fram uppskot til miniaturur av Kópakonuni, ið ætlanir eru at stoypa á Look North í Klaksvík, og eisini legði hann fram uppskot um hvussu man kundi skipa eina sameinda ferðavinnu í oynni.
Dúgliga varð kjakast, og mangt áhugavert kom fram. Sum sagt, so var hetta bert ein fyrireikandi fundur, men ætlanin er at hava ein meira ítøkiligan fund í næstum, har eitt smápartafelag skal stovnast við tí endamáli at menna ferðavinna í Kalsoynni.




