Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireikararnir væl nøgdir við fyrsta dagin

FRIGG

FRIGG: – Úti við 2000 fólk tóku av spennandi møguleikanum og upplivdu dópin hjá einum nýggjum fólksligum festivali, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyriskiparunum, sum er væl nøgdur við fyrsta Frigg-dagin.

Huglagið í Kongens Hava var avbera gott í gjár, og fyrireikarar eru væl nøgdir við úrslitið.

– Framførslurnar vóru sera væl eydnaðar og fólk hugnaðu sær óført, so dagurin í gjár var ógloymandi fyri okkum øll, sigur Steintór Rasmussen.

Sum fyrireikarin vísir á, vóru tað áleið 2000 fólk í Kongens Hava í gjár, og enn fleiri vitja festivalin í dag.

– Í dag verður lýtt og sólglóttar, og vit bjóða barnafamiljunum inn til eitt stórt barnainnslag við millum annað Kulum Rótum klokkan 13.00, sigur Steintór Rasmussen.