Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireikingar til sjónleikarastevnu

John William Joensen

Klaksvíkar Sjónleikarafelag og kvøldskúlin skipa fyri sjónleikaraskeiði, ætlað 9 til 14 ára gomlum.

Hetta er í sambandi við stóru norðurlendsku barnasjónleikarastevnuna, sum verður í Klaksvík seinast í juni mánaða. Umframt norðanlond verða eisini baltisku londini umboða á stevnuni. Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur í hesum sambandi heitt á Maritu Svartá um at standa fyri skeiðinum. Marita hevur fingist nógv við sjónleik.

Umframt at hava luttikið og skipa fyri eini ørgrynnu av skeiðum, hevur hon eisini verið eitt ár á sjónleikaraskúla í Litavia, har hon lærdi leikstjórn. Seinast vit sóu hana á palli var í leikinum Klintrimús.

Tey sum hava áhuga fyri skeiðinum kunnu venda sær til Klaksvíkar Sjónleikarafelag, tel 21 68 70.

Sí annars lýsing í Norðlýsinum. Skeiðið og barnasjónleikarastevnan eru millum evnini, sum verða havd á lofti á aðalfundinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum verður á Fortuna týskvøldið 7. apríl klokkan 19.30