Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireikingarnar í hæddini

Danial Viðoy

Tað gongur sum fretur eftir gleri við fyrireikingunum til ársins Summar Festival. MYNDIR.

Tað gongur sum fretur eftir gleri við fyrireikingunum til ársins Summar Festival. MYNDIR.

Pallar verða settir upp í løtuni, og teir ymsu básarnir eru komnir hálvavegna upp á pláss.

Norðlýsið hevur fingurin á pulsinum. Tað ljóðar frá fyrireikarum á staðnum, at tað gongur væl við at seta upp. Fólk er farið í gongd við at seta teir smáu tónleikapallarnir upp.

Á kampingøkinum streyma enn húsvognar, og áðrenn sólin setur, er stóra kampingøkið fult – allarhelst.

Sagt verður eisini frá teimum, ið hava við atgongumerkini at gera, at enn ganga atgongumerkini sum heitt breyð. Tað verður væntað sera nógv fólk til konsertina hjá Roxette fríggjakvøldið – møguliga metnógv fólk!

Nakrar feskar myndir: