Seinastu tíðina hevur nógv virksemi verið á Norðoya Kunningarstovu, har nýggi leiðarin á kunningarstovuni, Kate Hammer, og samskiparin av ferðamannaskipunum, Finn Johannesen, saman við starvsfólkum hava fyrireikað og gjørt túrar, skeltir, prísir, vekslarar og annað.
Seinastu tíðina hevur nógv virksemi verið á Norðoya Kunningarstovu, har nýggi leiðarin á kunningarstovuni, Kate Hammer, og samskiparin av ferðamannaskipunum, Finn Johannesen, saman við starvsfólkum hava fyrireikað og gjørt túrar, skeltir, prísir, vekslarar og annað.
Tað koma 10 ferðamannaskip á Klaksvíkina í ár og eru hetta 5 fleiri enn í fjør.
Samskiparin av ferðamannaskipunum og leiðarin á Norðoya Kunningarstovu, lata sera væl at fyrireikingunum:
Ja, vit hava fingið lagt skinnarar undir nøkur nýggj hugskot, umframt at vit hava uppraðfest nakað av tí, ið vit høvdu á breddanum í fjør. Vit fegnast sjálvandi um at góða rákið kann halda fram, har vit sleptu í fjør – tí tað riggaði framúr væl í fjør, til at verða fyrsta árið við veruligum vitjanum.
Onnur ferðafólk eisini:
Finn Johannessen samskipari sigur, at fleiri onnur ferðafólk, ið eru í Føroyum um somu tíð, leita sær norður til Klaksvíkar. Tað er sum sagt verður, har nógv fólk er, har legst afturat, og tað mugu vit ásanna, tí ferðasmiðir og útferðartúrar koma ofta til Klaksvíkar hesar dagarnar, og gera nýtslu av teimum mongu, góðu og spennandi tilboðum, ið býurin og fólk á staðnum hava at bjóða.
Gott samstarv og øktir møguleikar:
Samstarvið millum kunningarstovu, samskipara, klaksvíkar havn, vegleiðarar, hýruvognar, handlar o.ø. hevur verið framúr gott og tað byggja vit víðari á. Vit hava fleiri útferðarmøguleikar í ár, umframt onnur tilboð, sum er góð og sum eru støðug. Tað er lætt at fyriskipa og seta á breddan, tá fólk eru jalig og við uppá tað sigur Kate Hammer, virkandi leiðari á Norðoya Kunningarstovu.




