Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireikingarnar til SUMMARgleði í hæddini

Tíðindaskriv

Nú eru fyrireikingarnar til SUMMARgleði komnar í hæddina, forsølan gongur væl og veðrið sær út til at blíva fínt leygardagin. Tað hendir nógv meir enn tað, sum stendur á skránni, har vera hoppiborgir, andlitsmáling, ymsar kappingar á fótbóltsvøllinum við Sjallubjallu, mánabilar, djóragarður, ballónkast, ymisk føroysk spøl, matsølur av ymsum slag t.d. breyð, vaflur, kaffi/te, pylsuvognur, softice og poppkorn.

Bókasøla verður eisini og har ber eisini til at keypa simbablusur og summargleði húgvur.