Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur til løgmann

John William Joensen

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum, spyr løgmann um innlendismálaráði framvegis umsitur arbeiðs- og uppihaldsloyvi, eftir sama leiðsti, sum honum var álagt av lítlu samgongu.

Heimasíðan hjá Innlendismálaráðnum upplýsir,  at ummælistíðin fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi lækkaði frá 2004 at vera 107 dagar til í 2005 bara at vera 36 dagar og 4 mál høvdu ligið longri enn hálvt ár í 2005.

Fyrst í 2004 øktist arbeiðsloysið. Tí metti eg, at rætt var at vera varin. Hetta komst av ymiskum orsøkum.

Eitt av fyrstu málunum eg rendi meg í, var viðferðin av 17 tailendingum o.ø. sum vóru her ólógliga, eitt álvarsmál. Fútin tók um hetta málið, og sendi hesar av landinum.

Fleiri ólóglig ítróttamál stungu seg upp so við og við, sum dyggiliga  ørkymlaðu.

Út frá eini heildarmeting, við vaksandi arbeiðsloysi, illakomnum tailendinum og ólógligum ítróttainnflytarum, var neyðugt at steðga hesi hóttandi gongd.

Fjølmiðlarnir herjaðu á uttan at seta seg inn í málið, ávís tingfólk mótmæltu yvirfyri løgmanni, ynsktu eina lætta loysn. Løgmaður hopaði undan.

Í 2004 var eg av lítlu samgongu sum landsstýrismaður boðsendur á fund.

Her var mær álagt, at eg skuldi skipa so fyri, at tey sum vóru í landinum, kundu verða, men byrgja upp fyri at nýggjar umsóknir vóru játtaðar.

Eg mótmælti, men eg skuldi gera tað sum lógliga lat seg gera. Samstundis var roynt við nýggjum  møguleikum saman við danska Integratiónsmálaráðnum.

Út frá tí sum eg her havi nevnt og út frá átaluni frá løgtingsins umboðsmanni havi eg tí henda fyrispurning til løgmann av tí, at hann er leiðari av “lítlu samgongu”.


Eru hesi málini nú avgreidd, um so er nær og hvussu, um ikki, lúka tey ídag treytirnar fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Í øðrum lagi: Umsitur Innlendismálaráðið framvegis arbeiðs- og uppihaldsloyvi, eftir sama leiðsti, sum mær var álagt av lítlu samgongu.


Eg seti henda fyribilsspurning, tí málið nú er alemnt.

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður