Vinnuhúsið hevur tosa við Heðin á Lakjuni, stjóri í Sp/f Victor á Lakjuni og Róa Vang, stjóra í RVtøkni. Teir eru nøgdir við gongdina hóast korona smittuvandan.
Vinnuhúsið skrivar á heimasíðuni industry.fo soleiðis um tær báðar fyritøkurnar
Stórar verkætlanir
Hjá Sp/f Victor á Lakjuni í Klaksvík starvast 15 fólk. Tey gera rør- og blikkarbeiði innan hita, vatn, sanitet og ventilatión og hava ein verkstað til vanligt smiðjuarbeiði. Eisini hava tey ein handil við m.a. baðirúmsmøblum.
Fyritøkan hevur havt nóg mikið at gera, hóast korona setti samfelagið niður í ferð. Tey hava verið partur av fleiri stórum verkætlanum, m.a. skúlabygging í Fuglafirði, og har hevur arbeiðið gingið sína vanligu gongd. So arbeiðið er ikki minkað í sambandi við korona, sigur Heðin á Lakjuni, stjóri í Sp/f Victor á Lakjuni.
Flestu uppgávurnar hjá felagnum eru hjá kommunum og landinum, men tey hava eisini uppgávur fyri privatar fyritøkur, reiðarí og privatfók.
Heðin á Lakjuni væntar, at tey fara at hava nóg mikið at gera árið út og í øllum førum nakað inn í næsta ár. Fyritøkan skal m.a. vera partur av arbeiðinum at gera mentanarhúsið í Klaksvík, sum byrjar tíðliga næsta ár.
Í Sp/f Victor á Lakjuni hevur arbeiði verið til allar hendur, og vit hava ikki havt brúk fyri hjálparpakkunum hjá landinum, sigur Heðin á Lakjuni.
RVtøkni letur væl at
Hjá RVtøkni í Klaksvík eru tey eisini nøgd við gongdina. Tey hava nógv at gera og hava eisini fleiri uppgávur fyri framman. Tað sær gott út í øllum førum eitt ár fram, sigur stjórin, Rói Vang.
RVtøkni ger stýrisskipanir til vinnuna, serliga alivinnuna. Til dømis stýrisskipanir til hita, fóðurstýringar til smolt, alarmskipanir og stýrisskipanir til reinsing av vatnverkum. Eisini gera tey el-installatiónir til vinnuna. 20 fólk starvast hjá RVtøkni.
Virksemið hjá RVtøkni er í sera stóran mun knýtt at føroysku alifyritøkunum, tí hesar eru nógv tann størsti parturin av kundunum hjá felagnum. Eisini gera tey skipanir fyri bryggjarí og skip. Tey hava nakrar fáar kommunalar ella almennar uppgávur, men sera lítið.
Tað er ein fyrimunur at hava stórar uppgávur, tí hetta gevur ein ávísan tryggleika frameftir, sigur Rói Vang.
Hann ásannar, at verður hóttafall í alivinnuni, so fær tað avleiðingar fyri RVtøkni.
– Fellur laksaprísurin ella útflutningurin av laksi minkar, so verða vit sjálvandi ávirkað av hesum, sigur Rói Vang.



