Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrra hálvfinalan í steypakappingini í kvøld

Norðlýsið

Talan er um ein rættiliga avgerandi hondbóltsdyst í KÍ-høllini í kvøld, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndil leika fyrru hálvfinaluna í steypakappingini. Hjá Stjørnuni er umráðandi at fáa gott úrslit at hava við í viðførinum til seinnu hálvfinaluna, sum verður leikt í Havn komandi leygardag.                          

Seinasta sunnudag leiktu somu lið landskappingardyst í KÍ-høllini. At endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur til Kyndil, tá samanum kom, kunnu stjørnuleikararnir bert takka sær sjálvum fyri, tí leikliga vóru tær fult á hædd við Kyndil, men tað vóru teir nógvu misnýttu upplagdu málmøguleikarnir, sum kostaðu teimum dýrt. Fáa stjørnuleikararnir innstillað ”kanónina” rætt, og halda høvdið kalt í avgerandi løtum, so eru møguleikarnir fyri góðum úrslitið avgjørt til staðar.                                                                                                                                                                        

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19.00, og er tað ógvuliga umráðandi, at viðhaldsfólkini hjá Stjørnuni møta mannsterk upp, fyri geva leikarunum teirra dygga stuðul til henda rættiliga avgerandi dystin – koyr á Stjørnan!