Í dag, sunnudagin hin 26. januar 2014, varð fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki hildin í Høllini á Hálsi í Tórshavn. Byrjað varð kl.13, tá pinkur og smágentur skuldu kappast.
Í dag, sunnudagin hin 26. januar 2014, varð fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki hildin í Høllini á Hálsi í Tórshavn. Byrjað varð kl.13, tá pinkur og smágentur skuldu kappast.
Hjá pinkum høvdu 6 lið meldað til. Vinnarin hjá pinkum gjørdist Flykran hjá Støkk, nr. 2 gjørdist Fenja hjá Havnar Fimleikafelag, nr. 3 gjørdist Firvaldar hjá Ljósinum. Nr. 4, 5 og 6 gjørdust ávikavist Viólin hjá Støkk, Froya hjá Havnar Fimleikafelag og Aldan hjá Støkk.
Hjá smágentum høvdu 5 lið meldað til. Vinnarin hjá smágentum gjørdist Vípan hjá Støkk, nr. 2 gjørdist Nora hjá Havnar Fimleikafelag, nr. 3 gjørdist Nita hjá Havnar Fimleikafelag. Nr. 4 og 5 gjørdust ávikavist Spurvar og Svanar hjá Ljósinum.
Kappingin hjá pinkum og smágentum var liðug kl.15. Síðani var ein steðgur, og byrjað varð aftur kl.16 við kapppingini hjá gentum, unglingum og kvinnum.
Hjá gentum høvdu 7 lið meldað til. Vinnarin hjá gentum gjørdist Svalan hjá Støkk, nr. 2 gjørdist Eina hjá Havnar Fimleikafelag, nr. 3 gjørdist Ljósið. Nr. 4, 5, 6 og 7 gjørdust ávikavist Enna hjá Havnar Fimleikafelag, Mimarnir hjá Flog, Eydnan hjá Støkk og Páfuglarnir hjá Flog.
Hjá unglingum høvdu 5 lið meldað til. Vinnarin gjørdist Alda hjá Havnar Fimleikafelag, nr. 2 gjørdist Ljósið, nr. 3 gjørdist Viljin hjá Støkk. Nr. 4 og 5 gjørdust ávikavist Aura hjá Havnar Fimleikafelag og Flykrurnar hjá Flog.
Hjá kvinnum høvdu 2 lið meldað til, og vóru tey bæði úr Havnar Fimleikafelag. Vinnarin gjørdist Hulda, og nr. 2 gjørdist Herta.
Kappingin hjá teimum eldru var liðug kl.18. Kappingarnar vóru ikki so leingi, av tí at nakrar smáar broytingar vóru gjørdar fyri at stytta um tíðina. Kappingarnar eydnaðust báðar væl, og nógv fólk var komið at hyggja og stuðla. Seinna steypakappingin verður hildin á Kambsdali tann 15. mars.
Stigini hjá øllum liðunum kunnu síggjast á viðhefta skjalinum.




