Fyri mongu gekkaspælarnar í hesum døgum er spurningurin ivasleyst “kann eg fara til hondbólt í fríggjakvøldið, og álíkavæl náa gekkin”?
Ongin trupuleiki. Dysturin byrjar kl. 18:30, og verður liðugur
uml. kl. 19:45
Nú gekkafeburin herjar landið, og kvinnurnar hjá Stjørnuni
fríggjakvøldið skulu leika tíðandi evropacupdyst í KÍ-høllini
móti meistarunum úr Slovakia, er spurningurin hjá nógvum
gekkaspælarum, um teir náa bæði at fara til hondbólt og síðani
heim at spæla gekk. Men hesum hevur Stjørnan tikið hædd fyri.
tá avgerast skuldi, nær dysturin skuldi leikast. Dysturin byrjar
kl. 18:30, og verður liðugur uml. kl. 19:45. So tað er ongin
grund til hjá í øllum førum norðoyingum at halda seg aftur við
at fara í høllina at stuðla Stjørnuni. KOYR À STJØRNAN




