Trinemia Sigurdsson, ið er dóttir Jóhannes á Heygnum, ið lat trøðna til "Ellisheimið" á sinni, har nýggja sambýlið nú stendur, var fyrsta búfólkið, ið flutti inn í Sambýlið á Heygnum.
Í sambandi við at nýggja sambýlið, ið er partur av ætlanini "Undir Kráarbrekku" lat upp, hevur Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum givið bók út, sum Freydis Poulsen hevur skrivað. Bókin ber heitið "Søgan um Ellisheimið" og í henni fæst mangt forvitnisligt at vita, millum annað at tiltikni basárurin, sum kvinnurnar skipaðu fyri helst gav góðar 100.000 sum mundi svara til einar 20-30 ársinntøkur hjá einum arbeiðismanni tá.




