Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta dýra keypið hjá Chelsea í summar

Jákup Ósá

22 ára gamal álopsleikari væntast at skriva undir eftir at Chelsea er komið ásamt við núverandi felagið hjá leikaranum um prís.

22 ára gamal álopsleikari væntast at skriva undir eftir at Chelsea er komið ásamt við núverandi felagið hjá leikaranum um prís. 

Nýggi Chelsea venjarin Antonio Conte sær út til at hava fingið sítt fyrsta dýra keyp uppá pláss í summar. Talan er um 22 ára gamlan álopsleikara frá Belgia, sum seinastu árini hevur leikt við Marseille í Fraklandi. Michy Batshuayi er partur av belgiska landsliðnum og var ein av málskjúttunum, tá hann skoraði í sínari fyrstu bóltnerting í síðsta EM dystinum hjá Belgia, tá Belgia vann 4-0 á Ungarn. Tað er stóra franska blaðið L equipe sum skrivar, at feløgini eru samd um ein prís á áleið 33 milliónir pund og at hann væntandi skrivar undir í nærmastu framtíð. Frammanundan lógu Crystal Palace og Tottenham framvið at fáa leikaran, sum nú eftir øllum at døma endar í Chelsea.