Spenningurin er stórur undan fyrsta fianlumdystinum um Fm-heitið millum Tjaldur og Stjørnuna, sum verður leikt í ítróttarhøllini í Runavík í kvøld kl. 19:00
Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins hava kvinnurnar hjá Tjaldur leikt í fianluna um Fm-heitið. Mótstøðuliðið, sum er Stjørnan, hevur roynt tað nakrar ferðir áður, men skal man meta út frá úrslitunum av dystunum í innleiðandi kappingini millum liðini bæði, so er lagt upp til javna og spennandi uppgerð.
Umráðandi at verða í góðari tíð
Áhugin fyri dystinum er stórur, og tað er onki at ivast í, at áskoðarnir verða nógvir. Viðhaldsfólkini hjá Stjørnuni plaga at møta mannsterk upp fyir at stuðla sínum liði, og tað ivast vit ikki í, at tey eisini gera í kvøld.
Tað er avmarkað, hvussu nógvir áskoðarar sleppa inn í høllina í Runavík, so tað ræður um at verða í góðari tí.




