Fríggjadagin undan Føroya Sjómannadegi var stór fiskivunnuráðstevna í Klakvík við heitinum: Fiskivinnan við eitt vegamót.
Tað var Føroya Reiðarafelag og Meginfelag Útróðrarmanna, stuðla av frá Føroya Banka, ið skipaði fyri.
Hetta var fyrstu ferð, at vinnan hevur tikið stig til eina slíka ráðstevnu.
Tað er altíð ein viðkomandi spurningur, um hvar føroysk fiskivinna skal stevna ímóti í komandi tíðum. Við støðið í støðuni í dag, varð ljós kastað á ymisk viðurskifti innan fiskivinnuna á stevnuni í Klaksvík.
Rembingar hava verið í vinnuni seinastu tíðina. Fiskimenn eru m.a. ónøgdir við at fiskidagarnir verða skornir við 3% og at ov lítið samband er millum teir sum eru í vinnuni og tey sum geva tilmæli til landstýrismannin um støðuna hjá fiskastovnunum.
Tað er tó púra greitt, at fiskivinnan hevur haft og alsamt fer at hava alstóran týdning í Føroyum tey komandi árini.
Útflutningstølini geva eina greiða ábending um hetta við tað at 94% av útflutninginum stavar frá høvuðsvinnu føroyinga: fiskivinnu.
Mangni Laksáfoss, vísti á, at fiskivinnan tey komandi mongu árini fer at hava alstóran týdning í Føroyum. Samstundis greiddi hann frá, at ein ávís tankagongd, kann liggja aftanfyri og forða fyri at vit skapa nýggjar vinnur, sum ikki eru tengdar at fiskivinnu. Hann kallað hesa hugsjón fyri keldu tankagongd.
Dagliga møta vit hesi tankagongd tá vit hoyra, at fiskivinnan má verða tað, sum í framtíðini skal bera okkara búskap. Tað má vera ein rávøra, sum skal geva okkum pengarnar. Við øðrum orðum, so verður mett, at vit ikki kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum, ella veita hvørjum øðrum tænastur í breiðum týdningi.
Magni Laksáfoss segði á ráðstevnuni, at fyri fiskivinnuna er málið at vinna so nógvan pening sum møguligt. Hann lýsti hugtakið tilfeingisrenta, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni. Tilfeingisrenta, er tað avlop, ið ein vinna hevur eftir, tá allar útreiðslur eru goldnar, samanborið við aðrar líknandi vinnur á landi.
Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, vísti m.a. í sínum uppleggi, á hvat hann heldur verða ein keðiligur tendensur í samfelagnum, við tað at hugburðurin til fiskivinnuna er vánaligur.
– Í dag missir fiskivinnan status. Vit sum eru í vinnuni, merkja á okkum, at vit av og á verða roknaðir sum bandittar. Hetta er ikki ein nøktandi gongd. Ein av orsøkunum er, at fjølmiðlarnir hava eitt negativt fokus á vinnuna. Hetta kann eisini verða ein av orsøkunum til, at ov lítil tilgongd er av ungum fólkið. Ein møguleiki at betra um hetta, er at flyta fokus, soleiðis, at heldur enn at hyggja niður á sjómenn, at samfelagið sum heild vísir yrkinum eina størri virðing.
Magnus Þór Halfsteinsson samanbar føroysku fiskivinnuna við íslendsku. Í Íslandi er bert nøkur heilt fá reiðarí, sum sita á størsta partinum av vinnuni, mótvegis støðuni í Føroyum, har nógv smá reiðarí eru. Harafturat, hava Íslendingar eina fult umsetiliga kvotaskipan, sum var sett í gildi í 1984. Hann vísti á, at skipanin var soleiðis skrúvað saman, at hon skuldi tryggja, at stovnarnir ikki minkaðu. Men hetta hevur ikki víst seg at halda. Hann loyvdi sær, at seta spurnartekin við skipanina. Hann vísti á, at sjálvt um Føroyar og Ísland hava haft hvør sína fiskiveiðuskipan, so hava tey góðu fiskiárini verið um somu tíð. Spurningurin er so, um tað er skipanirnar, sum verja ella umsita tilfeingi, soleiðis at tey góðu fiskiárini eru tá tey eru, ella aðrir lívfrøðiligir faktorar.
Rættiliga nógv fólk vóru komin saman til hesa fyrstu fiskivinnuráðstevnuna í Klaksvík, sum av fyrireikarunum varð mett at vera sera væleydnað.




