Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Fyrsta kokkakapping í Føroyum

Tekst og myndir: Oliver Joensen

 

Aðrastaðni úti í heimi, gerða miðlar sera nógv burtur úr mati og matgerð. Ikki minst skipa sjónvarpsstøðir fyri nógvum matkappingum bæði ímillum amatørar og útbúnar kokkar.

Føroya Sjómannadagur og Nora, sum er ein norðurlendskur felagsskapur undir Norðurlandaráðnum, hava í dag skipað fyri fyrstu matkapping ímillum kokkar í Føroyum, nakrantíð.

Hetta er aðru ferð, at Føroya Fiskimannafelag hevur kveikt undir norðurlendskt samarbeiði. Fyrstu ferð var tá skipað var fyri “Heimsmeistarakapping í egning” við Ísland og Norðurnoregi.

Karmarnir á Tekniska Skúla, har kappingin fór fram, eru framúr. Hetta hevði millum annað við sær, at almenningurin hevði fríða atgongd til kappingina. Norðlýsið var sjálvandi við og niðanfyri er nakrar myndir av arbeiðinum, sum kappingarluttakararnir gjørdu í dag.

Fimm kokkar luttóku, teir vóru: Sebasstian Garcia, ið er úr Meksiko og arbeiðir hjá Ræst í Tórshavn, John Eli Kristimundson av skála, Gundur Ellingsgaard Petersen, 23 ár úr Fuglafirði, arbeiðir á Fiskastykkinum, Jógvan Winther Poulsen, Hoyvík, arbeiðir á Shrip í Keypmannahavn og okkara Mogens Højsted, ið lærir til kokk á Hotel Brandan.

Tá kappingin var liðug í dag, vóru luttakararnir á Stóra Palli úti í Klaksvík, har Høgni Hoydal kunngjørdi og handaði heiðurstekin til vinnararnar.

Nummar eitt gjørdist Sebastian Garcia og nummar tvey gjørdist Jógvan Winther Poulsen.

Meir kunning um kappingina og luttakararnar sæst á: www.ayc.fo & Arctic Young Chef á Facebook

Niðanfyri myndir frá kappingini og rættunum.