Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta ordiliga ódnin hendan veturin er á veg

Hanus Kjølbro, Sjónám

Fyrsta ódnin við ordiligum biti er á veg í móti okkum. Seinasta vetur vóru nakrar ódnir – allar vóru í desember mánaða. 2 dagar í desember í fjør vóru tvær ódnir sama dag. Aftur at teimum vóru 2 aðrar ódnir. Síðani tá hava ongar ódnir verið á okkara leiðum. Veturin seinasti var ógvuliga vátur – tað regnaði frá septmeber í 2013 út í eitt til mars 2014. Eingin samanhangandi turrur dagur í 6 mánaðir. Eftir tað fingu vit liggjandi køli veður, og so kom eitt summar, ið var væl yvir miðal gott. Heystið hevur verið sera lýtt. Hitin hevur ligið um 9-10 stig síðan summar. Bert einstakar dagar hevur verið kaldari. Vit skriva nú 7 desember, og nú er fyrst i kavin komin.

Nú er fyrsta ódnin á veg við rættuligum illveðri. Tó er ikki givið, at vit í Føroyum fara at merkja tað allarringasta av henni.

Fyrst eitt sindur um ódnina. Hon er staðin upp fyri nøkrum døgum síðan í Baffinvíkini, sum er ímillum Grønland og Kanada. Økið liggur ímillum tvey hátrýst øki – annað yvir Norðurvestur USA; hitt stendur yvir sunnasta parti av Grønlandi. Fortreytirnar eru góðar fyri hørðum ódnum í slíkum viðurskiftum. Einar 5 kilometrar oman fyri jarðarskorpuna fara jettstreymarnir sendandi við nógvari ferð eystureftir, og teir harðastu eru oman fyri Kappan. Tí er væntandi, at hesir hørðu vindar fara at senda tað djúpa ódnarlágtrýstið í móti okkum.

Lágtrýstið er ikki so lágt júst nú, bert 982 hPa, men tað fer at dýpast nógv teir næstu dagarnar. Ímeðan tað dýpist, fer tað at flyta seg hendavegin. Á middegi i morgin – mánadagin – er tað ætlandi í Grønlandsfjørðinum; tá er trýstið í miðjuni komið niður í 943 hPa. Illveðrið í sambandi við lágtrýstið fer tá serliga at vera í Eysturgrønlandi yvir vestara parti av Íslandi. Talan er um vind av ódnarmegi. Tá er veðrið als ikki so ringt í Føroyum, men týsnáttina og týsmorgunin fara vit at hava sera nógvan vind úr suðuri við nógvum avfalli. Sum nú sær út, verður tað ódn.

Á middegi týsdagin er lágtrýstið komið longur eystur. Trýstið í miðjuni er tá uppaftur lægri, 937 hPa, og tað er sera lágt. Tá fara vit framvegis at merkja illveðri, vindferðin í Føroyum fer at liggja um storm, 18 til 23 m/s úr útsynningi.

So hvørt sum illveðrið flytur seg eystureftir, fer ættin at vera vestan; seinni útnyrðingur. Ringt er at meta neyvt um vinderðina týsdagin seinnpartin og um kvøldið, men tað verður heilt fitt av vindi.

Á middegi mikudagin fer lágtrýstdepilin at standa beint yvir Føroyum, og so skjótt depilin er farin framvið, verður aftur kalt veður.

Soleiðis sær út í løtuni. Enn eru nakrir dagar eftir, so okkurt kann broytast. Tað verður fylgt við hesum ódnarlágtrýsti, hvussu tað gongur, og hvussu tað dýpist.