icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta pysan í samanlagda skúlanum á Kambsdali

Tíðindaskriv

Í gjár var ein heilt serligur dagur á Miðnámi á Kambsdali. Fyrsta pisan fekk húgvuna og hetta er samstundis fyrsta pisa á nýggja samanlagda skúlanum. Talan er um Hjalta Olsen, sum gongur í 13A á búskaparbreytini. Hjalti var uppi í enskum, og tað var Joan Gardar, lærari, sum setti húgvuna á høvdið á Hjalta.

Í samband við samanleggingina hevur Miðnám á Kambsdali fingið nýtt búmerki, sum ímyndar tvær ternur á flogi. Nýggja búmerki er nú eisini á húgvunum hjá miðnámsskúlanæmingunum á Kambsdali.

Harleyfacadeacryl