Eitt frágera væleydnað kvøld við sálarfrøðinginum Jan Willemoes og íverksetaranum Steintóri Rasmussen, sum veruliga gav nakað at hugsa um.
Mánakvøldið settu erhvervspsykologurin Jan Willemoes og íverksetarin Steintór Rasmussen trumf á spurningin um hvat tað er, sum fær okkum at lata vera við at gera tað, sum vit í veruleikanum ynskja at gera sum íverksetarar.
Talan er mangan um mentalar forðingar sum gera, at ein sjálvur gerst eins egni fíggindi.
Jan Willemoes arbeiddi við skeiðsluttakarunum fyri at sjónliggera, hvussu ógreitt vit í veruleikanum kunnu hugsa, hóast vit hava eitt gott hugskot. T.d. kann tað vera stórur munur á at hava eitt hugskot stýrt av lyst, og eitt hugskot stýrt av profitti.
Fólk mugu gera upp við seg sjálvi, um tey eru nóg vágafús at gerast íverksetarar. Júst tað nýggja, sum liggur í íverksetan merkir altíð eina ávísa óvissu. Hvussu nógvan vága kunnu vit liva við.
Jan vísti eisini í sínum samrøðum við ávísar luttakarar á skeiðinum á, at tá tú veruligar byrjar at trúgva uppá títt hugskot, tá byrja eisini onnur at trúgva uppá tað.
Eisini er tað avgerandi, at íverksetarin hugsar um hvar marknaðurin er, hvar kundarnir eru, og hvussu neyðuga atgongdin fæst til marknaðin. Hesin mátin at fata konseptið uppá, eigur alla tíðina at fylgja við. Tað sama ger seg galdandi fyri virkisætlanina. Hon skal ikki bara skrivast og orðast, men skal sanniliga kunna brúkast, og ikki minni seljast til íleggjarar.
Steintór Rasmussen hugleiddi yvir lívið sum íverksetari við eitt talv og vísti á nakrar eginleikar, sum hann helt høvdu serligan týdning.
Fyri tað fyrsta má ein læra seg reglurnar fyri spælið, og tað er líkamikið um tað snýr seg um talv ella íverksetan. Dugir tú ikki at rokna, so ger tað tað sama. Somuleiðis, um tú ikki sært møguleikar í talvinum ella íverksetanini. Uttan hugflog og initiativ gongur tað heldur ikki. Hartil kemur kenslan av, at tú gert tað rætta, ella intuitiónin. Persónlig ábyrgd er eisini avgerandi. Flutt er flutt og tú mást taka avleiðingarnar. Til alt hetta krevst eisini ein ætlan og tað, at tú ert taktiskur og eitt sindur snildur. Um tú harafturat hevur teimingina uppá pláss og er praktiskur og lærir av tínum feilum, so er tú á góðari leið.
Til seinast legði Steintór tó størsta dentin á, at tað sum tú gerst hevur eina æstetiska dimensjón. At tað á ein ella annan hátt tykist vakurt.
Steintór vísti eisini á tær ymisku menniskja typurnar, sum vit eru. Vit hava ta vælvirkandi, skapandi, ábyrgdarfullu og engasjeraðu typurnar, og tað hevur týdning at finna út av, hvussu ein sjávlur er samansettur.
Eitt frágera væleydnað kvøld við sálarfrøðinginum Jan Willemoes og íverksetaranum Steintóri Rasmussen, sum veruliga gav nakað at hugsa um.




