Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta skipið ávegis við maskinum til undirsjóvartunlarnar

Helgi Abrahamsen

“Fleiri hundrað tons av maskinum skulu flytast úr okkara maskingoymslum, og lossast umborð á skipið, men tað hevur higartil gingið væl.” Tað sigur Rune Vik, leiðari hjá NCC í einum tíðindaskrivi í morgun.

Maskinurnar hann umrøður eru tær, ið skul nýtast í sambandi við Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar. Samanlagt 700 tons av útgerð skulu teir næstu mánaðirnar flytast til Føroya við farmaskipinum Eystnes hjá Smyril Line. Á fyrsta túrinum eru 28 íbúðarbarakkir, sum verða fluttar frá havnini í Drammen til Føroya, og Eystnes skal sigla tveir túrar afturat, áðrenn øll útgerðin er komin til Føroya.

NCC er sama felagið sum gjørdi Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.