Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrsta spæliland í Føroyum verður í Klaksvík

Jóhann Lützen

Hvørt ár ferðast barafamiljur uttanlands til eitt nú Lalandia, har umframt stór svimjihøll eisini er eitt stórt innandura spæliland. Fleiri slík tilboð eru í Danmark og aðrastaðni, men nú verður eisini møguligt at uppliva slíkt mennandi spæliland í Klaksvík.

Tað kunngjørdi Kristian Eli Zachariassen á sínari Facebook síðu eftir býráðsfundin í kvøld.

Kristian Eli upplýsir harafturat, at dentur hevur verið lagdur á, at spælilandið verður so inkluderandi sum gjørligt og tískil er fokus á, at rørðslutarnað fáa góðar atkomu møguleikar til hølini og partar av leikunum í spælilandinum.

Upplýst er eisini, at spælilandið verður staðsett sunnanfyri Svimjihøllina. Byrjað verður eftir at Bláa Skýlið stendur liðugt seinni í ár og støddin á húsinum er gott 1.000 fermetrar.

Harleywoodpaint