Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta stigi í Visión 2009

John William Joensen

Á aðalfundi í kvøld kl. 21 verður ætlan samtykt, sum kemur at tryggja karmarnar og grundstøði fyri hondbóltin og fótbóltin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Á skránni fyri lýsta eykaaðalfundin er eittans mál, nevniliga at geva nevndini heimild til at undirskrivað avtalu við Norðoya Sparikassa, sum kemur at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir Klaksvíkar Ítróttarfelag. Umframt hetta kemur avtalan at merkja stórar íløgur í karmarnar kring hondbóltin og fótbóltin.
Fyri hondbóltin merkir hetta at peningur verður játtaður til nýggjan vøll (gólv) umframt serligt skiftingarrúm í høllini og felagshølir á loftinum.
Somuleiðis far KÍ (fótbólturin) nýggj hølir í kjallaranum.
 
Umframt hetta verður Klaksvíkar Ítróttarfelag styrkt við kapitali frá sølu av høllini til felag, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag eigur saman við Norðoya Sparikassa.
Við framvegis at eiga 50% av partapeninginum í høllini hevur felagið varðveitt avgerandi ávirkan á samanseting av leiðsluni fyri høllina.

Tað er umráðandi at limir felagsins møta fjølmentir til fundar í kvøld, tá grundarsteinurin undir Visión 2009 verður lagdur.
 
Nichels Lützen,
formaður fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag