Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta stóra grindin í 3 ár

(
John Færø)

Umleið 150 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi í skýmingini hóskvøldið. Hetta er størsta grindin, sum leggur beinini í Norðoyggjum í 3 ár, og væl varð eisini tikið upp.

Seinnapartin hósdagin fann Tjaldrið eina grind suður úr Svínoynni. Grindin varð hildin til í Hvannasundi í skýmingini hóskvøldið.

Hálvtannaðhundrað hvalir løgdu beinini, og drápið gekk væl.

Grindin varð býtt til allar Norðoyggjar.

Tað eru áleið 3 ár síðan seinast, at ein stór grind leggur beinini í Norðoyggjum.

Tann parturin, sum fall klaksvíkingum í lut, varð førdur í lastbilum til Klaksvíkar, har grindin varð skorin upp á vestara havnarlag fríggjadagin.

Væl varð tikið upp, og longu á nátturða vórðu beinagrindirnar beindar burtur og havnaøkið spulað.

Harleywoodpaint