(Dystarfrásøgn) Seinast KÍ tapti á útivølli móti TB vann KÍ FM, so norðoyingar vóna helst, at endin verður tann sami í 2018.
Líkindini vóru frálík, tá TB/FCS/Royn og KÍ spældu dagsins steypadyst í Trongisvági. Kristian Joensen fekk møguleikan í málinum hjá KÍ, nú talan var um steypakapping, meðan Isaac Shaze og Eirikur Ellendersen ikki vóru við hjá TB/FCS/Royn í mun til seinast.
KÍ stýrdi fyrstu 40 minuttunum
KÍ byrjaði betri og longu eftir 10 minuttum var 1-0 til KÍ eftir hornasparksstøðu sum endaði við, at Páll A. Klettskarð skoraði. KÍ hevði at síggja til eisini gott tamarhald á dystinum fram til 40. minutt, hóast tað fyri tað mesta gekk javnt á. Fyrst mátti Kristian Joensen gera eina framúr bjarging eftir gott skot frá Salmundi Bech, men uppá hornasparkið í sama minutti slapp Salmundur Bech ótarnaður at skalla bóltin í málið. 1-1 var hálvleiksstøðan og útfrá mál møguleikum var tað ikki heilt av leið, tí hvørgan av liðunum var komið til stórvegis mál møguleikar.
Salmundur var munurin
Í seinna hálvleiki royndi KÍ at seta seg á dystin m.a. við at broyta spæliskipan frá 4-3-3 til 4-4-2. Men tað var heimaliðið og dagsins leikari Salmundur Bech, sum fingu næsta málið í 64. minutti, tá Salmundur hegnisliga slapp leysur í KÍ feltinum og kundi skora eftir gott innlegg. Eftir hetta spenti KÍ álopsbogan og broytti spæliskipan til 3-4-3. Álopini skolaðu móti málinum hjá TB/FCS/Royn, men verjan hjá heimaliðnum stóð sera stinn og sjáldan bleiv tað heilt vandamikið. Einu ferðina endaði roynd frá Páll A. Klettskarð á stongini og fleiri ferðir var nær við, at sami Páll skoraði, tí hann fekk høvdið á fleiri innlegg. Mest spennandi íkastið hjá KÍ var, at 16 ára gamli Jonn Johannessen slapp á vøllinum í 82. minutti til sínar fyrstu minuttir á besta liðnum og hann var sera eyðsýndur hesa stuttu løtuna, sum hann spældi. Einu ferðina var heilt nær við, at innlegg frá honum gav mál, men Ronni Møller-Iversen var júst ov stuttur. 2-1 til TB/FCS/Royn var endaliga úrslitið.
Fyrsta tap í 27 ár – Tá endaði tað væl
Hetta var fyrstu ferð síðani 1991, at KÍ tapir í bestu deildini ella steypakapping í Suðuroynni móti TB ella TB/FCS/Royn. Tað árið var endin tó góður hjá teimum bláu, tí KÍ vann FM sama ár. Hetta var eisini fyrsta tapið hjá KÍ í ár og fyrsta tapið seinastu 18 dystirnar. At TB og TB/FCS/Royn fyrr ella seinni fór at fáa fulla úrtøku móti KÍ var ikki so óvæntað, um hugt verður eftir dystargongdini seinnu árini. Síðani 6-1 sigurin hjá KÍ í 2012, hevur talan altíð verið um dystir, har munurin hevur verið lítil millum liðini. Sum oftast hevur tað koppað til KÍ, um tað ikki er endað við javnleiki, men hesaferð koppaði tað til TB/FCS/Royn og sæð yvir longri tíðarskeið, so var tað uppiborið, at tað einaferð koppaði til suðuroyingar. Tað sum tó kanska var mest óvæntað var, at TB/FCS/Royn skuldi skorað tvey mál og enntá eitt mál í opnum spæli, tí TB/FCS/Royn hevði einki mál skorað á heimavølli undan dagsins dysti og bara í eina dystinum skorað mál í ár, meðan KÍ hevur latið klárt fæst mál inn í Betri Deildini higartil. KÍ er sostatt úti av ársins steypakapping eftir eitt tap í einum jøvnum dysti í Trongisvági, sum kundi farið báðar vegir.



