Bjørk Tyril úr Norðagøtu fekk í dag fyrstu HT húgvuna í ár á Tekniska Studentarskúlanum í Klaksvík.
Bjørk Tyril úr Norðagøtu fekk í dag fyrstu HT húgvuna í ár á Tekniska Studentarskúlanum í Klaksvík.
Bjørk var uppi til munnliga roynd í Enskum á A stigi og fekk eitt flott og væluppiborið 13-tal.
HT er Teknisk Student, sum í Danmark verður kallað HTx.
Eftir summarfrítíðina broytir HT navn til Tøknibreyt.
Á myndini setir lærarin Maiken Skarðenni húgvuna á høvdið hjá Bjørk.




