Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta venjaraskeiðið er gjøgnumført!

John William Joensen

Eitt nýtt blað í hondbóltssøguni varð skrivað í Klaksvík leygardagin 14. september, tá fyrsta grundskeiðið í venjaraútbúgvingini fór av bakkastokki í KÍ høllini.

Eitt nýtt blað í hondbóltssøguni varð skrivað í Klaksvík leygardagin 14. september, tá fyrsta grundskeiðið í venjaraútbúgvingini fór av bakkastokki í KÍ høllini. Á skeiðinum vóru 22 luttakarar úr norðureysturøkinum, nevniliga úr Stjørnuni, StÍF, Tjaldri og EB. Undirvísarar vóru Dia Midjord og Birgir Hansen. Grundvenjaraútbúgvingin, sum HSF hevur sett í verk, fevnir um tvey dagsskeið umframt tvey valskeið. Hondbóltsfelagið Stjørnan var vertur fyri skeiðinum, sum eydnaðist sera væl.

Komandi leygardag verður fyri norður-vesturøkinum og tað verður í Vestmanna, har VÍF er vertur.