Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti festivaldagurin var framúr

Summar Festivalurin

Lukas Graham hevði eina fantastiska konsert á Vágbøi á fyrsta festivaldegnum. Fríggjakvøldið verður Roxette høvuðsnavn.

Lukas Graham hevði eina fantastiska konsert á Vágbøi á fyrsta festivaldegnum. Fríggjakvøldið verður Roxette høvuðsnavn.

Fyrsti dagurin á Summar Festivalinum var merktur av nógvum fólki og fantastiskum konsertum.

Stóra navnið hóskvøldið var Lukas Graham, og hann spældi fyri einum pakkaðum Vágsbøur. Lukas Graham hevur fingið tumlar upp allastaðni, og ummælini hava verið framúr, og hann vísti eisini føroyingum, at tað er ikki av ongum.

Konsertin við Lukas Graham var ein veitsla frá byrjan til enda. Fyrst og fremst var Lukas Graham ein ótrúliga góður sangari, men hann dugdi eisini serstakliga væl at fáa áhoyrararnar við.

– Tit rópa og syngja harðari enn 35.000 fólk í Danmark, segði Lukas Graham.

Bólkur spældi framúr væl, og stjørnan hetta kvøldið, Lukas, var tryggur oddamaður fyri framførsluni.

– Eg komi skjótt aftur, segði Lukas Graham, áðrenn hann fór av pallinum.

Fríggjakvøldið verður Roxette høvuðsnavn annan festivaldagin, ið eisini bjóðar bólkar sum Guns4Sale, Frændur, Signar í Homrum, Swangah, Sakaris og Hans Andrias.