Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti føroyingurin ár 2004 er úr Klaksvík

Oliver Joensen

Nýggjársmorgun kl. 8.40, fingu Barbara Biskopstø og Leivur Thorsteinsson ein son. Hetta er triðja árið á rað at fyrsti "nýggi" føroyingurin er úr Klaksvík.

Tey bæði Barbara og sonurin hava tað gott. nýggi klaksvíkingurin var 52 centimetrar langur tá hann var føddur og vigaði 3.800 gr.
Vit ynskja Barbaru og Leivi hjartaliga tillukku við teirra fyrstafødda.