Í kvøld kl. 19:15 verður dystur millum KÍ og EB/STR. á Djúpumýru í Formulakappingini
Hetta er samstundis fyrsti heimadysturin hjá KÍ við Oddbjørn Joensen sum høvuðsvenjara.
Lutaseðlar
Í samband við dystin í kvøld selja piltarnir hjá KÌ lutaseðlar runt um vøllin.
Kostnaður verður 5 kr pr seðil, og trekt verður við dystarendan. Vinnarar kunnu avheinta vinningar beint eftir dystin í KÍ-høllini.
Piltarnir fara til Danmarkar at spæla fótbólt í summar í eini kapping í kallast Vildbjerg-Cup í liggur nær Herning.




