Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti landskappingardystur – GÍ-KÍ í Gøtu: Atli Danielsen hevur skorað til 1-0

(
John Færø)

Dysturin hevur verið rímiliga javnur higartil, men nú trýstir KÍ væl meira enn GÍ, sum tó kunnu vera vandamiklir upp á skjótálop. KÍ er tó ikki komið til nógvar góðar málmøguleikar, men í 28. min. av seinna hálvleiki skoraði Atli Danielsen uppiborið til 1-0.

 
Teir, sum byrjaðu inni vóru:
Karstin Joensen í málinum.
Jan Andreasen og Ovi Nysted í miðverjuni.
Harley Bertholdsen á vinstra bakki og Sámal Eyðfinn Akursmørk á høgra bakki.
Fríðin Ziskason og Allan Joensen mitt á miðjuni.
Atli Danielsen høgri á miðjuni.
Arnold Joensen vintri á miðjuni.
Hjalgrím Elttør og Eyðun Klakkstein í álopinum.
Tað var uppiborið, at KÍ legði seg á odda. Tað var í 28. minutti av seinna hálvleiki, at Atli Danielsen setti bóltin í mál, eftir at Hjalgrím hevði lyft bóltin tvørtur við málinum til Atla.
Álopið kom eftir gjøgnumbrot í vinstru síðu.
Í 20. minutti av seinna hálvliki kom Erling Fles á vøllin fyri Eyðun Klakkstein, og beint eftir málið, varð Símun Joensen settur inn fyri Fríðin Ziskason.