Í kvøld kl.19 verður móttøka í Norðoya Sparikassa í samband at Søgubókin hjá KÍ verður útgivin
Sambært søgubókini hjá KÍ vóru tað ungar gentur sum byrjaðu at spæla hondbólt í Klaksvík fyrst í 30 árunum. Seinri varð hondbóltsfelagið Stjørnan stovnað og fyrsti búnin var heimaseymaður, hvítur til síddar niður um knæ.
Á myndini síggja vit landsliðsleiakran, Durita Ljósstein í kjóla sum Bergtóra Vágsheygg átti. Begga hjá Jógvani Selg varð fødd í 1917.
Á móttøkuni í kvøld fara gamlar stjørnu-leikarar at luttøka og fyrsti búnin verður sýndur fram.
Móttøkan byrjar kl. 19 og tá ferð rithøvundurin, Árni Dahl, at greiða frá byrjanini til Klaksvíkar Ìtróttarfelag og hann fer eisini at signera bøkur.




