Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti osturin frá MBM í handlarnar

MBM

Kæsa eitur spildurnýggi osturin hjá MBM, sum í hesum døgum kemur út í handlarnar. Hetta er fyrsti osturin, sum føroyska mjólkarvirkið framleiðir.

Talan er um ein mildan ost, sum er gjørdur á sama hátt sum Maribo-ostarnir, ið stava heilt afturi frá 1700-talinum. Osturin er framleiddur úr reinari føroyskari mjólk og er búnaður í Føroyum. Hann er hondgjørdur og gevur tað ostinum eina serliga samanseting av aroma og tættleika, ostakornini kólna skjótari sum ger, at sermerktu smáu holini koma í ostin.

Hetta slagið av osti, er rættiliga forkunnugt nú á døgum, tí framferðarhátturin er sera tíðarkrevjandi og krevur eina orku og eitt nærlagni sum ikki er so vanligt longur. Vit hava valt at gera nógv burturúr ostinum, fyri soleiðis at fáa eina serstaka vøru, í samstundis hóskar væl til okkara – bæði virki og marknað.

Osturin er ljósagulur á liti við myrkagulari skorpu. Kæsa kann njótast á ymiskan hátt, m.a. upp á breyð ella keks. Hann kann eisini skerast niður í salat ella rívast út yvir tertur ella pitsa. Kæsa smakkar eisini sera væl einsamallur sum munnbiti (snack).

Navnið Kæsa kemur av sagnorðinum at kæsa, sum merkir at gera ost.

Harleywoodpaint