Mikudagin 16. januar varð Asta Thorgeirsson útlærd sum skrivstovukvinna á Heilsutrygd.
Mikudagin 16. januar varð Asta Thorgeirsson útlærd sum skrivstovukvinna á Heilsutrygd.
Hóast stovnurin bara er trý ára gamal, hevur fyrsti skrivstovunæmingurin longu fingið prógv. Tað er Asta Thorgeirsson sum á myndini fær handað lærubræv frá stjóranum á Heilsutrygd, Jan Danielsen.
Tá Heilsutrygd varð sett á stovn avgjørdi leiðslan, at stovnurin skal hava skrivstovunæming. Orsøkin er, at leiðslan metir tað vera rætt, at tað almenna er við til at geva ungfólki útbúgving.
Nýggjur skrivstovunæmingur er byrjaður á Heilsutrygd.




