Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti steypadysturin verður mikukvøldið

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur ein heimadyst í bólkaspælinum í steypakappingini og hann verður mikukvøldið á heimavølli móti Kyndli.

Team Klaksvík er í bólki saman við Kyndli, H71 og STÍF í steypakappingini. Liðini spæla einaferð ímóti hvørjum øðrum, har Team Klaksvík hevur ein heimadyst, sum er tann fyrsti og er ímóti Kyndli. Hetta er samstundis fyrsta umfar í bólkaspælinum, har tvey tey bestu í bólkinum sleppa í hálvfinalurnar. Fyrr í kappingarárinum leiktu liðini ein sera spennandi dyst í landskappingini í Klaksvík, har Kyndil avgjørdi í seinasta minutti, so hóast Kyndil er langt frammanfyri í landskappingini, so er ikki óhugsandi, at talan kann blíva um ein spennandi dyst, tí Team Klaksvík fer uttan iva at leggja sera nógv fyri í steypakappingini, sum er møguleikin hjá liðunum í niðara endanum á stigatalvuni at gera um seg.

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar mikukvøldið kl. 20.00.