Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti toppdysturin á skránni

Danial Viðoy

Premier League: Tann fyrsti toppdysturin í PL í ár er á skránni hvørja løtu. Kappingarneytarnir um PL-heitið í fjør møtast, nevniliga Manchester City og Liverpool.

Premier League: Tann fyrsti toppdysturin í PL í ár er á skránni hvørja løtu. Kappingarneytarnir um PL-heitið í fjør møtast, nevniliga Manchester City og Liverpool.

Báðir dystirnir millum hesi bæði liðini í fjør vóru sera undirhaldandi. Tann fyrri í Manchester endaði 2-1 til City og tann seinni 3-2 til Liverpool í Liverpool.

Aftur í ár verður væntað nógv av Manchester City, sum er fult av stjørnum. Manchester City verður heilt víst við til at kappast um fyrstapláss í ár.

Liverpool yvirraskaði øll í fjør og var bert tvey stig frá fyrsta plássinum. At Liverpool aftur í ár fer at kappast um fyrstapláss er eitt sindur ivasamt, tí Liverpool hevur væl fleiri dystir á skránni í ár, tí Champions League kemur upp í leikin.

Eisini hevur Liverpool mist toppskorarin frá í fjør, Luiz Suarez. – Men harafturímóti hava teir verið sera virknir í flytingarvindeyganum og hava keypt 9 leikarar, tann seinasti er Mario Balotelli.

Um fáar minuttir byrjar dysturin millum Manchester City og Liverpool. Í væntu er ein góður, javnur og spennandi dystur.