Fríggjadagin 14. november kl. 17.30. hevur Unga Tjóðveldið fyrsta uppstillingarfund á Landsbókasavninum.
Fríggjadagin 14. november kl. 17.30. hevur Unga Tjóðveldið fyrsta uppstillingarfund á Landsbókasavninum.
Á skránni er uppstilling til komandi løgtingsval í 2015 og umrøða av politisku støðuni.
Unga Tjóðveldið er sambært lógum Tjóðveldis heimilað at stilla upp tvey valevni á lista Tjóðveldis, og skulu hesi sambært lógum felagsins veljast á einum ellar fleiri uppstillingarfundum.
Unga Tjóðveldið hevur sett ferð á fyrireikingarnar til valið, ið verður um í mesta lagið eitt ár. Unga Tjóðveldið verður eftir hendan fundin fyrsta politiska felag, ið hevur valt valevni til komandi løgtingsval.




