Í hesum døgum er Dan Mikkelsen, formaður í svimji-felagnum Ægir ein glaður maður. Orsøkin er, at Ægir, sum skjótt hevur 30 ár á baki hevur fingið síni egnu felagshøli nakrantíð.
Dan Mikkelsen, formaður í Ægir sigur, at tað kemur honum og felagnum sera væl við, at felagið nú endiliga hevur fingið hølir, har nevndin kann húsast og har eisini er pláss fyri fundum og øðrum virksemi í Ægir.
Býráðið hevur sýnt Ægir sera stóra vælvild og eisini skulu vit takka umsjónarmanninum í svimjihøllini, Kára Kjelnæs fyri hansara stóra leiklut í, at tað nú endiliga hevur eydnast felagnum at fingið felagshølir og tað enntá í svimjihøllini.
Enn eru vit ikki fluttir í hølini við nevndararbeiðinum, men hóast tað so er nógv virksemi í hølinum, har nógv sjálvboðin arbeiðismegi nú fæst við at gera rúmið ístand.
Talan er um eitt høli í svimjihøllini, sum er einar 20 fermetrar til víddar og tit kunnu ætla at hetta kemur okkum væl við, sigur Dan Mikkelsen. Higartil hevur tað verið soleiðis, at skiftandi formenn í Ægir og nevndarlimir hava verið noyddir til at gjørt alt pappírsarbeiði heima við hús og tað veit einhvør, ið hevur fingist at tað er ikki nøktandi.
Vit eru ovirfegnir um endiliga at hava fingið okkara egnu hølir, sum av sonnum kunnu sigast vera hølini hjá Ægir.
Gongur framá
Seinastu árini hevur ikki ligið so væl fyri hjá Ægir, tá hugsað verður um kappingar. Tað at høllin kravdi stórar umvælingar og var stongd eitt langt tíðarskeið, gjørdi at vit nærum vóru noyddir at byrja av nýggjum, fyri umleið tveimum árum síðani, men síðani hevur støðugt gingið framá.
Ægir var til eina stórkapping í Havn næstsíðstu weekend og kom avtur við umleið 25 heiðursmerkjum. Natalia Reinert hevði 10 gull, 4 silvur og 1 borunsumerki norðuraftur við, ímeðan Rúna Joensen kom norðuraftur við 2 gull og 8 silvurmerkjum.
Hetta var ein kapping fyri teir eldru bólkarnar.
Síðstu weekend vóru vit í kapping við teim yngru, og har fekk Alvi Mikkelsen 2 gull og 1 silvur av fýra kappingum. Tað sýnist sum um at tey yngru hava góðar møguleikar frammanfyri, eitt nú eru Poul Færø, Kristian Martin og Bjarni fremstu svimjararnir hjá Ægir í yngru deildunum og Poul Færø er úttikin til talentlandsliðið fyri ungar svimjarar. Teir svimja undir leiðslu av landsliðsvenjaranum Petur heðin á Fløtti.
Byrjaðu næstan frá botninum
Sigast kann annars, at vit vórðu noyddur at byrja frá botninum av fyri umleið teimum árum síðani. Men við dyggum stuðuli frá eldri svimjarum, hevur tað eydnast okkum at fáa felagið væl upp at koyra, sigur Dan Mikkelsen. Í hesum samanhanginum skulu vit ikki gloyma Klaksvíkar Býráð, ið hevur stuðla okkum dyggiliga og eisini hava tey í svimjihøllini sín part av æruni fyri at Ægir longu nú er komið upp á tað støðið, sum vit eru á í løtuni.
Ægir hevur umleið 220 limir, harav umleið 150 eru íðkandi limir og av íðkandi limunum eru umleið 110 børn í aldrinum 8-10 ár, so um góða ungdómsarbeiðið í felagnum heldur áfram, so kunnu vit vænta at Ægir verður eitt av fremstu svimjifeløgunum í Føroyum um eini 2-4 ár.
Tey eldru
Men tað eru ikki bert ungir íðkandi limir í Ægir. sunnumorgnar ímillum kl. 8 og 9 svimja "veteranarnir", tað er fyri størstapartin fólk í aldrinum frá umleið 40 ár upp í eini 65 ár. Til hesa svimjing sunnumorgnar møta vanliga umleið 25 eldri svimjarar.
Aðaldundur
Dan Mikkelsen, formaður í Ægir sigur at enda, at Ægir skal hava aðalfund 17. februar í sangstovuni í Skúlanum á Ziskatrøð. Tá stendur formaðurin og ein av nevndarlimunum fyri vali.
Annars hevur felagið einar tvær kappingar fyri framman. Umleið hálvan mars verður ein opin svinjing fyri tey eldru og um einar tvær til tríggjar vikur verður skipað fyri svimjikapping fyri tey yngru suðuri í Vági.
Seinni í ár eru so Føroyameistarakappingarnar, kappingin fyri tey yngru verður suðuri í Vági og føroyameistarakappingin fyri tey eldru verður í Havn.




