Leygarkvøldið verður live-kvøld á Fortuna við Pól Arna og Jón. Teir hava báðir spælt í rokkbólkinum TÝR og í øðrum bólkum sum All that rain, Revival og Wild Child.
Pól Arni og Jón eru “gamlir í garði” og spæla alskyns tónleik, føroyskan sum útlendskan og royna at leggja seg eftir fólkatónleiki, so sum írskar og skotskar vísur.
Teir hava fyri tað mesta spælt í Suðuri og onkra hendingaferð í Havn og Runavík. Hetta er fyrstu ferð teir verða at hoyra í Klaksvík.
Í Barok verður diskotek við DJ 150.
Húsið letur upp kl. 22.00.




